JN

Klárt at fara undir Tekniska Skúla í Klaksvík

...

2014-02-12 19:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 BYGGING: :Verkættlanin at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík er nú komin so mikið ávegis, at sáttmálarnir við arbeiðstakararnar eru undirskrivaðir, og klárt er at fara undir sjálvt arbeiðið. Í næstu viku verður spakin settur í. 


Mánadagin vórðu sáttmálar um útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík undirskrivaðir við støði í tilboðunum, sum vóru komin inn til lisitatiónina, sum varð hildin 6. november 2013.

Tað verður byggifelagið Kanjon, sum skal standa fyri jørð-, betong-, stál-, kloakk- og lendisarbeiðinum, meðan Malltekk fer at gera timbur-, snikkara- og byggiplássarbeiðið. Múraraarbeiðið fer Jan E. Andersen at taka sær av, málaraarbeiðið Magni Jacobsen, HVS Blikksmiðjan, meðan EL-IN skal gera el-arbeiðið.

Í tørvslýsingini fyri útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík stendur, at eftir at útbúgvingartilboðið í sambandi við matvøruútbúgvingina er økt, er tørvur á at raðfesta hølisviðurskiftini til matvøruútbúgvingina. Í hesum sambandi verða umstøðurnar til HF eisini bøttar, og Tekniski Skúli fer eftir útbyggingina at hýsa hesum báðum útbúgvingartilboðum. Umframt víðkan og tillaging verður eisini talan um dagføringar av samlaða virkseminum á skúlanum.

Sambært verklagslógini eru tilsamans 36 mió. krónur settar av til Tekniska Skúla í Klaksvík.

Spakin fyri útbyggingina, sum fevnir um umleið 1.450, umframt 80 fermetrar til sambygging av bygningunum, verður settur í hósdagin í næstu viku klokkan 14. Har verður eisini høvi hjá øllum áhugaðum at kunna seg nærri um verkætlanina.

Fakta
Byggiánari: Mentamálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Ráðgevi: Arkitektar 99
Tekniskir ráðgevar: HMP, PB-Consult
Arbeiðstakarar: ikki avgjørt enn
Tíðarætlan: Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt til skúlaársbyrjan í 2015



Her fer undirskrivingin av arbeiðstakarasáttmálunum fram.
















Soleiðis fer Tekniski Skúli skúli at síggja út, tá útbyggingin er liðug. Skúlin fer tá eisini at hýsa øllum HF-skeiðnum í Klaksvík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder