Vinna

Klakkur kemur heim undan Eystur-Grønlandi

...

2021-06-03 13:28 Author image
placeholder

 Frystilínuskipið Klakkur kemur um 6-tíðina í kvøld á Klaksvík við knøppum 300 tonsum, meginparturin er frystur toskur. Klakkur skal landa til NFCS í Klaksvík.

Klakkur hevur verið við Eystur-Grønland, teir settu fyrstu setu 27. apríl, tað hevur viðrað væl hendan túrin.

Komandi túr fer Klakkur á Flemmish Cap, har teir skulu vera við í kanningum, sum Havstovan er við í.

Tað eru 17 mans við Klakki, skipari er Betuel Johannesen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder