JN

Kirkjubio í Vágum

...

2014-03-05 19:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Týsdagin 11. mars kl 20,00verður filmurin ???De urørlige??? vístur í Meinigheitshúsinum í Sandavági.

Filmurin er framleiddur í 2011. Í 1993 kom Philippe Pozzo di Borgo fyri ta vanlukku at detta niður við einum flogskíggja og varð lamin frá hálsinum og niður. Hann varð tá 42 ára gamal, og konan hartil álvarsliga sjúk. Hann er væl fyri peningaliga, og má hava røkt alt samdøgrið

Driss er innflytari og arbeiðsleysur og ikki sørt kriminellur. Tá Philippe vil seta ein hjálpara í starv kemur hann til samrøðu, og tað verður byrjanin til djúpt og avbjóðandi vinsemi fyri báðar.

Týsdagin 18. mars kl 20,00 verða hugleiðingar um filmin ???De urørlige??? í kirkjuni í Sandvági. Dvølt verður við evni, sum filmurin lýsir, so sum líðing, umsorgan og lívsgleði.

Lovinda Halgaklett syngur og Bjørk Gudmundsen sýnir fram list.

Prestarnir í Vágum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder