Síðst í desember mánaði hevur tjóðartingið í Kina formliga viðtikið eina fyriskipan, sum endar nýtsluna av arbeiðslegum sum eina revsing fyri politiskar fangar. Legurnar hava verið nýttar í meira enn fimmti ár sum ein háttur til at revsa øðrvísi hugsandi og fáa tey til at tiga. Millum hesi eru kristin, sum ikki vilja vera við í statsgóðkendu kirkjuni. Fyriskipanin er góð tíðindi fyri kristin, sum møtast í húskirkjum, og aðrar bólkar í landinum. Fólk úr hesum bólkum hava regluliga verið dømd til upp í fýra ár í arbeiðslegum uttan at hava verið fyri rætti.
Fyriskipanin er ein av fleiri nýskipanum, sum kinesiski kommunistaflokkurin legði fram í desember, og tær vórðu góðtiknar leygardagin fyri nýggjár í tjóðartinginum. Ein onnur fyriskipan sama dag var, at tingið avtók ???laojiao???, sum er endursiðing gjøgnum arbeiði.
Revsingin í arbeiðslegum varð tikin í nýtslu í 1957 fyri at revsa atfinnarunum móti kommunistiska flokkinum. Men skipanin hevur eisini verið nýtt til at revsa onnur við, harímillum eisini húskirkjukristin.
Kelda: trubodin.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald