Mentan

KIM LARSEN KLÁRUR TIL VÁGSB??

...

2013-08-11 02:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kim Larsen kom til landið í gjár, og hann hansara bólkur, Kjukken, eru til reiðar at fara á pallin á Vágsbøi í kvøld. 


Kim Larsen og Summar Festivalurin eru sum gjørd til hvønn annan, og í kvøld skalt tað so vísa seg, um tað verður størsta konsert á Summar Festivalinum nakrantíð, tá ið tann í Føroyum óvanliga væl umtókti Kim Larsen fer á pallin.

Kim Larsen verður róptur tjóðarskald í Danmark. Hann hevur skrivað óteljandi hitt, sum eisini vit í Føroyum kenna. Tí hevur Summar Festivalurin í nógv ár ??? ja, síðani byrjan ??? havt ynski um at fáa Kim Larsen at framføra á Vágsbøi.

- Kim Larsen hevur verið ein so stórur partur av tónleikinum, sum vit hava lurtað eftir í Føroyum, at vit halda, at Summar Festivalurin og Kim Larsen hava uppiborið, at vit leggja ein ordiligan festivalpall til ein konsert hjá honum í Føroyum, sigur Steintór Rasmussen, ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.

Og í kvøld verðu tað so. Klokkan 23.00 spælir Kim Larsen á Vágsbøi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder