Leygardagin verður veruligur hátíðardámur í Klaksvík, tá ið KÍ kvinnurnar í ársins seinasta dysti staðfesta nýtt heimsmet við 15 meistaraheitum á rað. Dagurin verður hildin við tónleiki, steypahandan, veitslu og meira.
Leygardagin spæla KÍ kvinnurnar ársins seinasta fótbóltsdyst. Dysturin verður spældur við Djúpumýri í Klaksvík leygardagin kl. 14.00, og hóast tað fyri nøkrum vikum síðani gjørdist greitt, at KÍ kvinnurnar aftur í ár verða føroyameistarar, staðfesta KÍ kvinnurnar leygardagin endaliga heimsmetið við 15 meistaraheitum á rað.
Klaksvíkar Kommuna hevur valt at gera nógv burtur úr hesum serliga degi. Floytur og annað verður latið áskoðarafjøldini, so veruligur hátíðarstemningur verður kring vøllin til seinasta dystin.
Beint eftir dystin verður skipað fyri stórari móttøku inni í KÍ-Høllini, har steypahandanin fer fram og har ARIA fer at framføra, so øll kunnu syngja við. Eisini hevur kommunan syrgt fyri, at okkurt leskandi verður til øll tey mongu, ið vilja verða við at heiðra KÍ kvinnurnar hendan stóra dagin.
Leygarkvøldið hevur Klaksvíkar býráð boðið øllum leikarum, ið hava verið við til at vinna tey 15 meistaraheitini, til stóra veitslu í Skálanum. Eftir veitsluna verður stórt ókeypis tónleikatiltak í Badmintonhøllini, har klaksvíksbólkurin ARIA fer at spæla fyri fyrstu ferð í nógv ár. Klaksvíkar Kommuna hevur tikið stig til, at bólkurin við Jógvani Hansen á odda er savnaður og spælir hendan serliga dagin.
Klaksvíkar Kommuna, Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag, og Heri Ellingsgaard, umboðsmaður hjá KÍ-kvinnunum, hava fyrireikað stóra hátíðardagin.
- Heimsmetið hjá KÍ kvinnunum kann bert feirast nú, og hendan møguleikan fáa vit neyvan aftur. KÍ kvinnurnar hava verið fantastisk umboð fyri Klaksvíkar Kommunu heima og burturi hesi 15 árini, og tær hava uppiborið allan heiður og fulla uppbakking frá okkum øllum, sum búgva í Klaksvíkar Kommunu. Eg vóni, at nógv fólk koma til dystin leygardagin, so vit kunnu fagna okkara kvinnum á virðiligan og stórslignan hátt fyri teirra einastandandi bragd, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu.
Seinasti dysturin hjá KÍ er ímóti B36, og hita vit upp frá kl. 13.45. Dysturin byrjar kl. 14.00. Í hálvleikinum spælir Klaksvíkar Hornorkestur.
KÍ og Klaksvíkar Kommuna vóna at síggja nógv fólk til dystin, og at róp, sangur og floytur hoyrast kring vøllin, tað skrivar www.klaksvík.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald