2014-12-18 04:07

Team Klaksvík hevði í kvøld vitjan av KÍF. Liðini fylgdust væl í fyrra hálvleiki, støðan tá ið farið var til hálvleiks var 12-14 til KÍF.
Í seinna hálvleiki dróg KÍF frá, tá ið 38 min. vóru leiktir vísti máltalvan 14-21, tað var eisini KÍF sum fór við stigunum úr Klaksvík í kvøld, KÍF vann 32-27.
KÍF liggur nú á 4. plássi í Atlantic Airwaysdeildini, teir hava 13 stig fyri 13 dystir. Team Klaksvík hevur 6 stig og liggur niðast í deildini.
Leygardagin verða 3 dystir í Atlantic Airwaysdeildini:
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald