Kyndil hevði í dag vitjan av KÍF í Atlantic Airways-deildini. Fyri Kyndil var tað umráðandi at vinna dystin, um teir framhaldandi ætlaðu at stremba eftir finaluplássi, hinvegin so var umráðandi hjá KÍF at vinna og fáa Kyndil burtur frá finaluplássinum - KÍF vann tryggan 28-33 sigur eftir at støðan í Hálvleikinum var 9-18 til KÍF.
KÍF legði sjógv millum seg og Kyndil í fyrra hálvleiki, teir spældu skjótt og vístu til tíðir stórspæl í fyrra hálvleiki, sum teir vunnu 9-18.
Í seinna hálvleik koyrdi spælið hjá KÍF sum í fyrra, tó dovnaði KÍF ett sindur seint í dystinum, tá ið Nicklas Selvig og Andrias Nielsen blivu mansvardir, men KÍF helt allan seinna hálvleik frástøðuna frá Kyndli, tó at Kyndil vann seinna hálvleik 19-15.
Kyndil hevur nú ongan møguleika at náa finaluplássinum, men teir hava bronsuplássið at kempa um.
KÍF liggur fremst við 29 stigum, nr. 2 er VÍF við 27 stigum og nr. 3 er StÍF við 25 stigum.
Kyndil:Høgni Klein Olsen 11, Hørður F. Sigtórsson 5, Bárður Johannesen 5, Andrias Sósker 2, Finnur Hansson 2, Josef Abrahamsen 1, David Edvardsen 1 og Bjarni Sørensen 1
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 11, Nicklas Selvig 9, Andrias Nielsen 6, Rógvi Weihe 3, Janus Jakobsen 1, Rasmus Junker 1, Rúni Joensen 1 og Jákup Trygvason 1
Dómarar: Tommy Eriksen og Ismet Kvakic.
Áskoðarar: 250.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald