2018-01-25 16:42
Í kvøld verður stríðið um bronsuplássið, tá KÍF tekur ímóti SÍ í Kollafirði klokkan 20,00. Í fyrra dystinum millum feløgini, sum var 9. november í Sørvági, var talan um ein sera tættan og spennandi dyst, sum endaði við einum 3-2 sigri til KÍF.
Settini endaðu tá 25-22, 25-15, 12-25, 20-25 og 9-15.
Støðan er í dag, at KÍF liggur á 3. plássi við 7 stigum, meðan SÍ liggur á 4. plássi við 7 stigum. Hetta viðførur at SÍ skal vinna antin 3-0 ella 3-1, um tær skulu taka bronusplássið frá KÍF.
??li G. Samuelsen frá Rás 2 fer at hava beinleiðis frásøgn frá dystinum klokkan 20,00.
Støðan undan dystinum er henda:
Nr. | Lið | Stig | Dystir | Settmunur |
1 | Fleyr | 18 | 7 | 13 |
2 | Mjølnir | 14 | 6 | 9 |
3 | KÍF | 8 | 5 | 0 |
4 | SÍ | 7 | 7 | -6 |
5 | Dráttur | 7 | 8 | -8 |
6 | TB | 6 | 7 | -8 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald