KÍF formaðurin váttar fyri Norðlýsinum, at føroyameistararnir eru í samráðingum við nýggjan venjara.
Í fjør vann KÍF føroyameistaraheitið. Størsta partin av árinum var Jakob Jónsson venjari, men hann bleiv koyrdur móti endanum og Eddie Joensen tók yvir. Síðani hevur lítið verið at frætt úr KÍF, sum heldur ikki hevur sett nakran venjara enn. Men samráðingar eru í gongd, váttar formaðurin Signar Rasmussen.
- Vit eru í samráðingum. Men eg vil ikki siga nakað um, um vit tosa við ein ella fleiri venjarar. Tað er eisini trupult at meta um, hvussu long tíð gongur, áðrenn hetta kemur uppá pláss. Vit vilja geva okkum tað tíð tað tekur fyri at finna tann rætta venjaran, sigur Signar Rasmussen við Norðlýsið. Hann váttar, at talan er um føroyskan venjara/venjarar. Tað skrivar Nordlysid.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald