Liðini, sum í farnu viku leiktu finaluna í CacaCola-kappingini, møttust í dag í Kollafirði í Atlantic Airways-kappingini.
Talan gjørdist um ein sera javnan og spennandi dyst, tó uttan at síggja tað góða hondbóltspælið. Allan dysti fylgdust liðini væl - hálvleiksstøðan gjørdist 14-12 til KÍF.
Kyndil byrjaði sum eitt óløgið uppá seinna hálvleik, teir fingu 5 mál teir fyrstu 5 minuttirnar og KÍF fekk einki, støðan í 35. min. var tí 14-17 til Kyndil - KÍF svaraði aftur og komu uppá javnleik 21-21 í 50. minutti, KÍF tók eisini leiðsluna teir seinastu minuttirnar, í 29. minutti var støðan 25-23 til KÍF, sum tó mátti taka til takkar við javnleiki 25-25 - KÍF var í álopi og tók timeout tá ið 20 sekund vóru eftir at leika, men søplaðu bóltin burtur - 5 sekund eftir - og Kyndil í skjótálop, har teir javnaðu í seinasta sekundi til 25-25.
KÍF: Emil Dam, ??la Kristian Djurhuus, Pætur H. Skylindal, Janus Jacobsen, Magnus Muller 3, Rasmus Junker 3, Fríði Weihe, Teitur Johansen, Hjalti H. Matras, Hans Eli Sigurðbjørnsson 6, Nicklas Selvig 7, Rógvi Weyhe 1, Rúni Joensen 2, Jákup Trygvason 3 og Vilhelm Magnussen.
Kyndil: Jan Pauli Johannesen, Mladen Mjerimacka, Dávur Clementsen, Hans Arni B. Thomsen 1, Andrias Sólsker, Josef Abrahamsen 4, Oivind Lutzen, Høgni Klein Olsen 3, David Edvardsen 3, Hans Áki Dal Christiansen, Hjalti Bachmann, Lídvík Sunason 2, Bárður Johannesen, Finnur Hansen 9, Bjarni Sørensen og Hørður Sigtórsson 3.
Støður:
5. min. 3-2
10. min. 4-5
15. min. 7-7
20. min. 10-10
25. min. 13-10
30. min. 14-12
35. min. 14-17
40. min. 16-19
45. min. 17-20
50. min. 21-21
55. min. 24-23
60. min. 25-25
Dómarar: Daniel Rapa og Ragnar Simonsen
Áskoðarar: 175
Fleiri myndir koma seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald