JN

Kendur barnakórleiðari til Føroya

...

2013-11-17 19:44 Author image
placeholder

Tíðindaskriv frá Kórsambandi Føroya 17. november 2013


Kendur barnakórleiðari til Føroya

Í januar kemur kendur barnakórleiðari til Føroya at halda skeið fyri áhugaðum, ið fáast við barnakór. Talan er um Bente Colding-Jørgensen, sum starvast á Kongaliga Musikkonservatoriiunum í Keypmannahavn, har hon hevur tvey barnakór og undirvísir kirkjutónleikarum í barnakórleiðslu og metodikki.

Tað er Kórsamband Føroya, sum hevur tikið stig til at fáa dugnaligt fólk úr Danmark at koma og halda skeið í barnakórleiðslu. Kórsambandið heldur, at fyri tey, sum umhugsa at byrja við slíkum ella fáast við sang í eitt nú skúla, kirkju, samkomun ella aðrastaðni, er talan um eitt gott høvi at halda seg framat.

Skeiðið ella skeiðini, ið verða hildin ávikavist 24. og 25. janur við framhaldsskeiði 4. og 5. apríl, fara millum annað at innihalda sangtilfar og kórmetodikk, raddarvenjing og kunnleika um røddina, hoyrilæru í kórvenjing, leggja til rættis kórvenjing og byrja og byggja upp kór, kórumhvørvi, eins og at menna kórini og einstaka sangaran.

Bente Colding-Jørgensen starvast á Kongaliga Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn, har hon hevur tvey barnakór og undirvísir kirkjutónleikarum í barnakórleiðslu og metodikki í hesum sambandi.

Royndirnar hjá Bente Colding-Jørgensen eru víðfevndar. Umframt konservatorieroyndir sínar, hevur hon stjórnað og verið projektleiðari fyri Norðurlendska Konsertkórinum, adjuktur á Grønlendska Læraraskúlanum, adjuktur á Sankt Annæ Gymnasium, hevur staðið fyri eftirútbúgving í barnakórsleiðslu á Norðurjyska Musikkonservatoriinum fyri organistar og sangpedagogar, verið tónleikarligur instruktørur á Kulturartisternes Afgangsprojekt, og tónleikaligur instruktørur á
Bugsy Malone Privatteatret, eins og leitt vokalundirvísingina til leikir á Amager Leikhúsi. Somuleiðis hevur Bente Colding-Jørgensen undirvíst innan sangøkið í bæði Ishøj, Albertslund, Glostrup og Herning.

Freistin at tekna seg til skeiðið hjá Kórsambandi Føroya, sum fer fram í sangstovuni í Eysturskúlanum í Havn, er 30. november, og kostnaðurin fyri hvørt skeiðið er 750 krónur. Eru spuringar, ber til at venda sær til Kára Bæk, [email protected], tlf. 270142.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder