2014-06-03 03:21
Fyrsti týski luttakarin til Tórshavn Marathon kom við Norrønu í morgun.
Talan er um ein í altjóða høpi kendan marathon og langteinarennara Stefan Schlett.
Stefan hevur átt týska meti á 1000 miles tað er 1.690 kilometrar, tað tók Stefan 13dagar og 16tímar at renna hendan teinin.
Stefan var fyrsti týskarin sum rann marathon á øllum 7 heimspørtunum.
Leygardagin tá Stefan rennur Tórshavn Marathon fyri triðju ferð, væntar hann við at brúka 4tímar og 30minuttir. Tað er samstundis hansara marathon nummar 690.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald