Vinna

Katrin Jóhanna er farin at sigla inn

...

2021-04-19 16:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tíðliga seinnapartin í dag fór Katrin Jóhanna at sigla inn fullfermd. 

Katrin Jóhanna hevur henda túrin fiska svartkjaft sunnast í føroyskum sjógvi. Katrin Jóhanna hevur 1750 tons av svartkjafti, sum skal landast til Havsbrún í Fuglafirði.

Tað kann væntast at tað tekur tað mesta av hesari vikuni at bíða eftir landingartørni. Borgarin er júst liðugur at landa, og sleppir Finnur Fríði framat næst. Tá ið liðugt er at landa Finnur Fríða sleppir Høgaberg, næstur honum er Norðingur, síðani sleppir Christian framat áðrenn Katrin Jóhanna sleppir at landa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder