Vinna

Katrin Jóhanna er á veg inn

...

2020-08-19 07:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Um eitt tíðina í nátt fór Katrin Jóhanna at sigla inn av makrelfeltinum. Katrin Jóhanna hevur roynt eftir makreli í føroyskum sjógvi, norð ímóti markinum til altjóða sjógv.

Katrin Jóhanna hevur henda túrin fingið 220 tons av góðan makreli, miðalvektin liggur um 520 gramm upplýsir skiparin Árni K. Dalsgaard fyri JN.fo í morgun.

Katrin Jóhanna verður á Vestmanna seint seinnapartin í dag, og verður landað til Vestmanna Seafood og Snarfrost í Miðvági.

Hini føroysku skipini Gøtunes, Høgaberg, Tróndur í Gøtu, Jupiter, Arctic Voyager, Christian í Grótinum hava roynt langt norði í altjóða sjógvi, men eru nú komin suður ímóti føroyska markinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder