2021-06-16 20:29
Í ár verður tíverri ikki róð í Kollafirði. Fyrireikingarnar vóru í hæddini og vit vóru púra klár. Í mong ár hevur alivinnan verðið hollur stuðul hjá kappróðrarfeløgum kring landið og tað hevur eisini verið her í bygdini, har Bakkafrost altíð hava hjálpt væl til. Seinastu nógvu róðrarnar, sum hava verið í Kollafirði, hevur tað altíð gingið uppá stás, tí neyðugu amboðini og fólkini hava verið tøk.
Í ár eru vit komin í tað truplu støðu, at Bakkafrost ikki kann hjálpa til av serligum umstøðum. RSF setur høg krøv til bátar sum halda startinum og tá eru tvíkiljurnar næstan tær einasta sum klára hesa uppgávu. Hendan støðan uppstóð sunnukvøldið og vit hava arbeitt við einari alternativari loysn síðani. Trupulleikin er tó hann, at eingin tíð hevur verið at royna aðrar loysnir, orsaka av veðrinum og trafikki á fjørðinum.
Vit í kappróðrarnevndini hava verið á fundi við RSF í kvøld og tosa um íkomnu støðuna. ??ll vóru samd um, at at royna eina nýggja og óroynda loysn sum møguliga ikki riggar, ikki er rætti vegur at fara.
Vit hugsa fyrst og fremst um rógvaran og at geva teimum bestu uppliving sum til ber á róðrardegnum. Vit eru hørm um støðuna, men vóna at øll skilja, at hetta er frægasta avgerð.
RSF arbeiðir við at flyta róðurin, tað kunnað tey nærri um seinni.
KÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald