2014-06-23 00:10
Føroya Ríðingarfelag skipaði leygardagin fyri árligu kappríðingini við Leynavatni.
Kappríðingin á Leynavatni hevur verið fyriskipað av Føroya Ríðingafelag uttan steðg síðani byrjan í 1970. Fyrstu árini var hetta at sammeta við ólavsøku fyri reiðfólk og onnur. Sera nógv fólk vóru til kappingina og stóðu bilar langt oman móti Leynum, og langt oman í Kollfjarðadal.Seinastu árini hevur ríðingin tó broytt mynstur og fólk eru ikki longur so gramm at melda seg til kappingar, hetta sjálvt um rossatalið í Føroyum ongantíð hevur verið hægri, minkar enn við huginum til kappingar - spell.
Myndirnar hevur Elin Debess tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald