Ítróttur

Kapping verður leygardagin 15. mars

...

2014-03-14 02:34 Author image
placeholder

TSF skipar aftur komandi vikuskifti fyri súkklukapping. Hesa ferð verður tað landavegsúkkling og teinarnir eru tveir. Tað ber til at koyra 50 km ella 100 km.


Kappingin byrjar kl. 14. Tey, ið koyra longra teinin, byrja í Havn. Hini byrja við brúnna við Streymin. ??ll enda í Runavík.
Hesin teinur er annars Eysturoyarteinurin í ársins Effo Kring Føroyar kapping.
Sum skrivað, so enda vit í Runavík, og tí er umráðandi at tit, ið ætla tykkum at luttaka, melda tykkum.

Tað gera tit við at senda ein mail:

[email protected]

Freistin fyri at melda til kappingina er fríggjakvøldið 14. mars kl. 20.
Tað kostar kr. 50.00 at luttaka.

Sí annars kappingarkalendarin hjá TSF her:
http://www.tsf.fo/kappingarkalendarin+2012.html

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder