Politikkur

Kanning um føroysku kriminalforsorgina: Nýtt fongsul er besta loysnin

...

2021-11-29 14:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við fíggjarlógina 2021, ið varð gjørd seinastaár, vórðu 1,5 mió. kr. settar av til at gera eina kanning av viðurskiftunum hjákriminalforsorgini í Føroyum eftir ynski frá Edmundi Joensen, fólkatingslimifyri Sambandsflokkin. Kanningin er liðug og vísir á, at eingin ivi er um, at bestaloysnin er at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum. ??ll kanningin kann lesasther.

Samráðingarnar við donskustjórnina fyri eina fleirársavtalu til kriminalforsorgina eru byrjaðar, og viðurskiftinihjá kriminalforsorgini í Føroyum eru als ikki nøktandi. Hetta er nú greitt fyriallar partar, eftir at kanningin um viðurskiftini, sum danska løgmálaráðið gjørdisaman við føroyskum embætisfólki, varð liðug fyrr í ár.  

Tá Edmund Joensen fór tilfíggjarlógarsamráðingar í 2020 var tað fyrst og fremst við tí fyri eyga atfyrireika arbeiðið til at gera bøtingar av kriminalforsorgini í Føroyum. Hannfor tí til samráðingarnar við ynskinum um 1,5 mió til hesa kanningina, soleiðisat umstøðurnar kundu greinast, og rætta loysnin kundi finnast.

Hóast smærri ábøtur erugjørdar í fongslinum í Mjørkadali gjøgnum árini, er tað ikki nóg mikið, og hareru enn nógv viðurskifti, ið mugu fáast í rættlag. Ein tann størsta avbjóðinginhjá føroysku kriminalforsorgini er staðsetingin av fongslinum í Mjørkadali, haravmarkaða vegasambandið til fongslið og serligaharðføra veðurlagið hevur stóran týdning fyri trygdina hjá starvsfólki ogfongslaðum og eisini fyri rættindunum hjá teimum fongslaðu til útgongu o.líkn.Tískil er eitt nýtt fongsul á eini nýggjari, høgligari staðseting bestaloysnin.

Hetta staðfestir kanningineisini.

- Eg gleðist um, at kanninginav umstøðunum hjá kriminalforsorgini nú er liðug, og ikki minst, at kanninginvísir púra greitt, hvør besta loysnin er fyri kriminalforsorgina í Føroyum. Sumfólkatingsumboð er tað okkara uppgáva at vera við til at finna útav, hvør bestaloysnin er, men tað er ábyrgdin hjá ráðharranum at finna útav, hvussutrupulleikin best verður loystur. Eftir mínum tykki er tó eingin ivi um, ateitt nýtt fongsul skal til, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.

Um kanningina
Kanningin um viðurskiftini hjákriminalforsorgini í Føroyum er býtt upp í tríggjar partar.

Fyrsti kanningarpartur hevurtil endamáls at geva eitt faktuelt grundarlag fyri leggingarprosentinum íarrestini í Mjørkadali. Tað vil siga upplýsingar um longd á dómum,høvuðsbrotsverk, aldur og kyn og eisini um føroyingar við bústaði í Føroyum,sum sita dóm í Danmark, ella sum eru fluttir til Danmarkar í samband viðvarðhaldsfongsling.

Annar kanningarparturgreiðir frá teimum núverðandi avbjóðingum, ið eru fyri føroyingar, ið sitatreytaleysan dóm í Føroyum, og eisini verða umstøðurnar í arrestini íMjørkadali greinaðar.

Tað eru úrslitini avhesum kanningarparti, ið eru útgangsstøðið fyri kanningarparti trý, ið vísir ámøguligar loysnir upp á tær avbjóðingar, ið í dag eru í kriminalforsorgini.

Her verður víst á fýraymisk modell.

Modell A er tann einasta loysnin ið loysir allar avbjóðingar og verður kallað ???Etableringaf ny institution???. Hetta inniber at byggja eitt heilt nýtt fongsul á eininýggjari staðseting. Modell A er tann dýrasta loysnin, og verður mett at kosta 233mió. kr., men er samstundis tann einasta loysnin, ið loysir allar núverðandi trupulleikarhjá Kriminalforsorgini ??? ikki minst tann størsta trupulleikan, sum erstaðsetingin í Mjørkadali.

Modell B verður kallað ???Ombygning og ibrugtagning af hele bygningen i Mjørkadali???og inniber, sum heitið vísir á, at taka allan bygningin í nýtslu. Hesin møguleikinloysir plásstrupulleikan í Mjørkadali, men sjálvsagt ikki staðsetingina ogverður mett at kosta eitt stað millum 56 og 131 mió. kr.

Modell C, ???Ombygning og ibrugtagning af det øverste plan i bygningen???, inniber, atovasta hæddin í Mjørkadali verður tikin í nýtslu. Sostatt verður kapasiteturiná fongslinum størri, men nógv annað væntar enn í, fyri at umstøðurnar skuluverða nøktandi. Hendan loysnin er mett at kosta 35 mió. kr.

Modell D, ???Ibrugtagning af yderligere et rum (garagen)???, hevur einans til endamálsat styrkja um arbeiðsmøguleikarnar hjá teimum fongslaðu, av tí at meira plássverður til tess og fongslið kann taka aðrar arbeiðsuppgávur inn. Hendan loysniner mett at kosta 1 mió. kr.

Afturat teimum ymsumodellunum eru nøkur fylgiskjøl gjørd til kanningina, m.a. eitt um veðurlagið íMjørkadali.

??ll kanningin kann lesastvið at trýsta á leinkjunar niðanfyri.

 

 

Edmund Joensen,

Fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin


Samlaða analysan:

F??U Alm.del - Bilag 5: Delanalyse 1-3 (inkl. bilag) af Kriminalforsorgen på Færøerne (002) (ft.dk)

 

Frágreiðing frá arbeiðsbólkinum:

F??U Alm.del - Bilag 5: Afrapportering fra færøsk-dansk arbejdsgruppe (ft.dk)

 

Fylgiskjøl;

F??U Alm.del - Bilag 5: Bilag 1-5 til afrapportering (ft.dk)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder