Vinna

Kannið prísstøðið

...

2013-11-28 17:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sjónarmið frá Handilsvinnufelagnum

Handilsvinnufelagið, sum er vinnugreinafelagið fyri fyritøkur í føroysku handilsvinnuni, hevur einki ímóti, at prísstøðið í Føroyum verður kannað.

Fleiri uppskot hava verið í løgtinginum seinastu árini um at kanna prísstøðið í Føroyum. Í fjølmiðlunum í gjár kom fram, at handilsvinnan og Vinnuhúsið í Vinnunevndini hava peikað á prísstøðið á øðrum vørum umframt avgjaldspolitikkin hjá landinum sum orsøkina til, at prísstøðið er ov høgt. Hetta er ikki rætt endurgivið. Høga prísstøðið í Føroyum kemst ikki av, at tað eru hægri prísir á olju og el í Føroyum enn í Danmark, sum samanborið verður við.

Sjónarmiðið hjá Handilsvinnuni er sera greitt. Avgjaldspolitikkurin hjá landinum eigur ein stóran part av orsøkini til, at prísstøðið í Føroyum er hægri enn í Danmark, sum samanborið verður við. Handilsvinnan heldur tí, at fokus eigur at verða sett á avgjaldspolitikkin.

Sjálvandi hava onnur viðurskifti eisini týdning fyri prísstøðið. Hetta er t.d. frástøðan frá meginlandinum og flutningur, stórar goymslur orsakað av frástøðuni, umframt at tað í Føroyum eru størri kapitalkostnaðir í handilsvinnuni í mun til íbúgvaratal enn í londunum samanborið verður við.

Hetta eru viðurskifti, sum trupult er at gera nakað við, uttan at tað gongur út yvir tænastustøðið frá handilsvinnuni til kundarnar. Sæð í mun til fólkatalið í Føroyum og umsetningin í handilsvinnuni her, so høvdu 3-5 handlar verið nóg mikið fyri at nøkta eftirspurningin á marknaðinum, men tað hevði merkt, at fólk mugu koyra langa leið fyri at keypa inn, og tað kostar eisini.

Vegna Handilsvinnufelagið

Tummas Hanus Dam, Formaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder