2016-07-13 07:57

Kemur tú oman Bøkjarabrekku móti Steinatúni, so eru ikki færri enn tvey skelti, sum banna vinstrasvingi oman í Tórsgøtu.
Harnæst er koyribreytin fult upptrekt vinstrumegin. Ikki at akta skeltini og samstundis at koyra um fult upptrekta linju gevur klipp í koyrikortið. Í tveimum kanningarumførum á 5 minuttir koyrdu 8 bilar beint oman í Tórsgøtu, tá teir komu úr Bøkjarabrekku.
Skal ein koyra niðan gjøgnum Bøkjarabrekku er at leggja til merkis, at uttasti banin til høgru BERT er til býbussarnar - og fult upptrekt linja er sum sagt millum mittasta banan og bussbanan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald