Vinna

Kanjon lægstu tilboð at byggja vardar íbúðir

...

2013-08-28 22:14 Author image
placeholder

LISITATI??N: Tað komu inn tilboð frá fýra byggifyritøkum til bygging av vardum íbúðum í Runavík og Klaksvík. Í báðum førum átti Kanjon lægsta boð.


Lisitatión var á Landsverki í dag klokkan 14, tá tilboðini um at byggja 12 og 16 vardar íbúðir í ávikavist Runavík og Klaksvík vórðu latin upp.

Talan er um tvær verkætlanir, ið verða bygdar nøkunlunda samstundis, og sum fýra byggifyritøkur eru komnar við tilboðum uppá. Tó lat tann eina fyritøkan bert inn tilboð til aðra verkætlanina.

Í báðum førum var tað Kanjon úr Klaksvík, sum átti lægsta boð.

Tilboðini eru soljóðandi í krónum:

Runavík Klaksvík
15.904.004 18.725.684 Kanjon
16.970.509 Articon
17.289.383 20.349.123 Búsetur
18.882.867 22.293.435 TN Bygging

Landsverk fer nú at taka støðu til tilboðini, sum eru nakað hægri enn metingingin av verkætlanunum, ið fyri Runavík er slakar 12,4 mió. kr. og fyri Klaksvík stívar 16,2 mió. kr.

Um verkætlanirnar verður sagt, at stórur tørvur er á vardum bústøðum til fólk við skerdum førleikum. Hetta hevur tann politiski myndugleikin eisini ásannað. Tí hevur landstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, tikið avgerð um at steðga við at keypa vanlig sethús og at umbyggja tey til sambýlir, men heldur fara undir eina tilgongd at byggja nýggjar tíðarhóskandi bústaðir, sum eisini yvir tíð kunnu koma í staðin fyri nøkur av verandi sambýlum.

Kjartan Hansen (myndin), stjóri í Kanjon, sigur í stuttari viðmerking, at tað passar fyritøkuni sera væl at fara undir hesar báðar verkætlanir nú, tí tvey stórarbeiði hjá Kanjon eru liðug innan tveir mánaðir. Talan er um nýtt samkomuhús til Bethesda og nýggjan bygning til Ellis- og Røktarheimið í Klaksvík.

Byggitíðin av vardu bústøðunum í Runavík og Klaksvík er sett til 12 mánaðir., skrivar lv.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder