2014-09-08 13:37
Jupiter fór í nátt at sigla inn við 1.400 tonsum av makreli. Jupiter hevur hendan túrin partrolað saman við Tróndi í Gøtu. Tróndur í Gøtu liggur nú og bíðar eftir Finni Fríða og Høgaklett, sum eru áveg norður á makrelfeltið.
Jupiter fer á Tvøroyri við lastini, teir verða á Tvøroyri kl. 21 í kvøld.
Vit tosaðu við Jupiter í morgun, tað er nógvur makrelur at síggja norðanfyri og tað hevur viðrað væl teir seinastu dagarnar. Í morgun er stilli norðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald