2013-09-29 18:02
Jupiter fór í morgun at sigla inn við 1.200 tonsum, harav 80% er makrelur og 20% er sild. Tá ið vit tosaðu við teir fyri løtu síðan, var ikki avgjørt hvar teir fara at landa, men tað verður avgjørt seinni í dag.
Tað er av fagrasta veðri á makrel- og sildafeltinum, eisini verður sagt frá góðum veðri komandi dagarnar.
Vit hava frætt í kvøld, at Jupiter fer á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald