2020-09-05 15:14

Jupiter siglir inn av makrelfeltinum, teir hava 700 tons, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði tíðliga í morgin og sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn.
Hildibjartur Olsen skipari segði við okkum á JN.fo, fyri løtu síðan, at støddin á fiskinum liggur um 500 gramm. Jupiter hevur nú fiskað makrelkvotuna, so planurin er at fara á sildaveiðu komandi túr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald