2020-08-20 08:55

Um midnáttarleiti fór Jupiter at sigla inn, Jupiter hevur henda túrin roynt eftir makreli bæði í føroyskum og altjóða sjógvi.
Jupiter hevur fingið 200 tons av makreli, og eru 100 tons fiskaði í føroyskum sjógvi og 100 tons í altjóða sjógvi.
Makrelurin er um 70 gramm í miðal størri í føroyskum sjógvi enn hvat hann er í altjóða sjógvi. Støddin á makrelinum í føroyskum sjógvi liggur um 520 gramm, og í altjóða sjógvi liggur hann um 450 gramm upplýsir Hildibjartur Olsen, sum er skipari umborð á Jupiter.
Jupiter skal landa til Pelagos í Fuglafirði, og vera teir inni um 20 tíðina í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald