Vinna

Jupiter er á veg inn

...

2020-08-25 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Jupiter fór í gjárskvøldið at sigla inn av makrelfeltinum, teir hava henda túrin roynt í føroyskum sjógvi.

Jupiter hevur henda túrin fingið 530 tons av makreli, og liggur støddin um 480 gramm. 

Jupiter skal landa til Pelagos í Fuglafirði, og verða teir inni um 15 tíðina í dag. Teir sleppa framat at landa í kvøld, tá ið liðugt er at landa Margret.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder