2014-05-25 02:10
07vestur.fo skrivar: Um nakar kann sigast hava verið grundarlag fyri 07 Vestur og okkara stuttu søgu, má tað sigast hava verið Jovan, ið, í dag, spældi sín dyst nummar 150 fyri 07 Vestur.
Jovan kom longu vestur árið fyri stovnanina av felagnum, tá hann sum FM-vinnari í 2006 við HB, flutti vestur at spæla fyri FS Vágar 2004, kappingarárið 2007.
Longu fyrsta árið hjá 07 Vestur, kappingarárið 2008, gjørdi Jovan um seg. Jovan spældi 28 landskappingar- og steypadystir og skoraði 14 mál, tá felagið vann 1. deild og flutti upp í Meistaradeildina.
Árið eftir var Jovan illa skaddur og spældi bert 2 dystir, men síðan hevur hann spælt nærum hvønn dyst, og, sum sagt rundaði hann dyst 150 í dag. Hesi árini hevur hann, úr plássi sínum mitt á miðjuni, eisini skotið 40 mál.
Í fjør hevði Jovan verið í Føroyum í 7 ár, og fyri stuttum fekk hann permanent arbeiðsloyvi. Tað gleðast vit øll um, saman við honum, konu hansara Jelenu og dóttrini Petru.
Nevnd, viðhaldsfólk og stuðlar hjá 07 Vestur eru sera fegin um, at Jovan hevur verið við øll hesi árini, og vit ynskja honum tillukku við runda talinum!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald