Vágoyggin hevur fostrað nakrar av mest sermerktu songrøddunum og lagskrivarunum í føroyskum tónleiki. Tað sonevnda Vágasoundið er tiltikið.
Hóskvøldið sleppa vit so at uppliva, hvussu nýggjastu tónlistarligu talentini har vesturi ljóða, tá Jórunn og Vinjar fara á pall í Reinsarínum.
Jórunn Gudmundsen og Vinjar Egilsnes Petersen eru bæði ung og úr Vágunum. Saman hava tey givið løgini ???We could have it all??? og ???Føroyar mítt land??? út
Vinjar spælur klaver og saxofon, ímeðan Jórunn spælur guitar og syngur. Hóast ungan aldur eru bæði von at standa á palli, bæði hvør sær og sum bólkur,
Tey spældu m.a. á Voxbotn og á bátastevnuni í Vestmanna.
Tey spæla spæla eitt gott bland av egnum løgum og lániløgum, nýggjum sum gomlum. Stílurin er poppkendur.
Í løtuni arbeiða tey við nýggjum tilfari, ið kemur út í næstum.
Konsertin er í Reinsarínum kl. 20.00 hóskvøldið. Tað skrivar reinsariid.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald