JN

Jørgen Niclasen vísir aftur, at hann hevur snýtt í tolli

...

2014-01-10 23:08 Author image
placeholder

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vísir nú staðiliga aftur, at hann skal hava snýtt í tolli.


Tað ger hann greitt í tíðindaskrivi, sum hann í kvøld hevur sent miðlunum.

Tíðindaskrivið er soljóðandi:

"Kringvarp Føroya og portal.fo hava síðani 19. desember 2013 borið tey tíðindi, at eg sum stjóri fyri P/f N Niclasen skal hava snýtt í tolli.

Hesi tíðindi eru ósonn. Hvørki Kringvarp Føroya ella Portal.fo hava prógv fyri hesum skuldsetingum.

Nú krevja fjølmiðlar og onnur, at eg sjálvur skal reinsa meg fyri hesar ákærur.

??sonnu skuldsetingarnar snúgva seg um viðurskifti, sum eru 25 ára gomul. ??ll skjøl frá hesi tíðini eru ikki til skjals, og fleiri lyklapersónar, harímillum pápi mín og leiðarin á goymsluni hjá Skipafelagnum, sum høvdu við felagið at gera, eru ikki á lívi longur.

Fyri at eingin ivi skal vera um mína støðu, skal eg enn einaferð undirstrika, at tíðindini um, at eg skal hava snýtt í tolli eru ósonn og púra ógrundaði. Eg eri í holt við at gjøgnumganga málið og í hesum liggur eisini, at ein frágreiðing verður skrivað. Nevnda frágreiðing verður væntandi liðug um eina viku. Tá verður hon almannakunngjørd og eg fari tá eisini at gera viðmerkingar til málið".

Jørgen Niclasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder