Politikkur

Jørgen Niclasen hevur nú stevnt fyri ærumeiðing

...

2014-06-16 21:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Christian F. Andreasen, sakførari, boðar í dag vegna Jørgen Niclasen frá, at Jørgen nú hevur latið rættinum stevning í sambandi við journalistisku viðgerðina av sonevnda ???tollmálinum???.

Samstundis boðar hann frá, at kæran í sambandi við somu viðgerð, sum varð latin Fjølmiðlanevndini, er tikin aftur.

Tey, sum Jørgen Niclasen hevur stevnt eru Kringvarp Føroya, Liljam Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, tíðindamaður í Kringvarpinum og Steinur Tróndarson, tíðindamaður.

Jørgen Niclasen stevnur við ynski um, at omanfyrinevndu verða dømd eftir grein 267 í revsilógini.

Jørgen Niclasen gevur samstundis sær sjálvum munnkurv í sambandi við málið, og sigur at hann ikki ger viðmerkingar til málið, nú tað liggur í Føroya Rætti. Tað skrivar portal.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder