
Nýggjur stjóri til Føroya Løgting er nú settur - tað verður 44 ára gamli Jonhard Klettheyggj, sum skal avloysa Súsannu Danielsen, tað sigur løgtingsskrivstovan frá í tíðindaskrivi í dag.
Johnhard Klettheyggj er sandvíkingur, er 44 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur í Keypmannahavn í 1999. Hann starvaðist fyrst tvey ár sum fulltrúi í Almanna- og Heilsumálastýrinum. Frá 2001 til 2008 arbeiddi hann sum ráðgevi hjá Løgtingsins Umboðsmanni og var sostatt við til at byggja tað embætið upp frá byrjan.
Johnhard fór síðani í starv sum leiðandi løgfrøðingur í Almanna- og Heilsumálaráðnum, og hevur, síðan ráðið varð skilt sundur í tvey, verið leiðandi løgfrøðingur og løgfrøðiligur ráðgevi hjá aðalstjórum og skiftandi landsstýrisfólkum í báðum ráðum. Haraftrat hevur Johnhard í tveimum umførum verið settur aðalstjóri í Almannamálaráðnum.
Johnhard tekur við starvinum á nýggjárinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald