JN

Jólaskipið kemur inn á Vágsbotn

...

2018-12-14 20:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jólaskipið kemur inn á Vágsbotn


Fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá at skipið kemur inn á Vágsbotn leygardagin 15. desember klokkan 15. Umborð á jólaskipinum eru fleiri jólamenn, og teir gleða seg at heilsa uppá øll børnini.

GHM spælir hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamennirnir bjóða karamellur, og gingið verður yvir til jólabýin saman við jólamonnunum. Í býnum verður tónleikur og nógv onnur tiltøk.

Handlarnir í miðbýnum og í SMS hava opið til klokkan 20.

Sí annars tiltøk áwww.visittorshavn.fo/jol

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder