2014-12-13 01:08
Eins og undanfarin ár fer Kristiliga Sangkórið aftur í ár at hava jólakonsert í Dómkirkjuni í Havn. Hesaferð saman við Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni. Konsertin verður leygardagin 13. desember klokkan 17.
Eitt av elstu kórunum í Føroyum, Kristiliga Sangkórið, sum hevur 61 ár á baki, hevur sína árligu jólakonsert í Dómkirkjuni í Havn leygardagin. Konsertin verður í ár saman við Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni á Toftum, har kórini umframt at hava egna skrá, eisini fara at syngja nakrar sangir saman.
Sangúrvalið er í høvuðsheitum kendir jólasálmar og ???sangir. Bæði á føroyskum, donskum og enskum.
Kristiliga Sangkórið, sum er eitt fýraraddað blandað kór við umleið 30 sangarum, varð sett á stovn í 1953. Tríggir av sangarunum, sum vóru við frá byrjanini, eru framvegis við í kórinum. Kórið í Fríðrikskirkjuni er somuleiðis fýraraddað blandað kór.
Konsertin í Dómkirkjuni leygardagin byrjar klokkan 17. Sunnudagin klokkan 16 verður konsert við teimum báðum kórunum hildin í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald