2013-12-06 16:38
Eins og undanfarin ár fer Kristiliga Sangkórið aftur í ár at havajólakonsert í Dómkirkjuni í Havn. Konsertin verður leygardagin 7. desemberklokkan 17.
Eitt av elstu kórunumí Føroyum, Kristiliga Sangkórið, sum fyrr í ár fylti 60 ár, hevur sína árligujólakonsert í Dómkirkjuni í Havn leygardagin.
Sangúrvalið er í høvuðsheitum kendir jólasálmar og ???sangir. Bæði á føroyskum,donskum, enskum, týskum og latínskum.
Kristiliga Sangkórið, sum er eitt fýraraddað blandað kór við umleið 30 sangarum,varð sett á stovn í 1953. Tríggir av sangarunum, sum vóru við frá byrjanini, eru framvegis við í kórinum.
Konsertiní Dómkirkjuni leygardagin byrjar klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald