JN

Jóladagar í Nesvík

...

2013-12-02 20:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Frá hósdegnum 5. desember og fram til leygarkvøldið 7.desember verða jóladagar í Nesvík. Tað er Leguhúsið í Nesvík, sum er karmur umeitt sera hugnaligt og spennandi jólatiltak. Ein stór bókasøla og ein spennandilistaframsýning verða í húsinum hesar dagar.

 

Men tað verður eisini sangur, millum annað frá kórinum ímissiónshúsinum á Glyvrum og frá næmingum í Musikskúlanum í Sundalagnum. Einjólacafé verður eisini, so høvi verður at fáa eitt hugnaligt prát og hittafólk.

Sum undanfarin ár er ætlanin at hava bókaframløgur. RagnhardPetersen fer at greiða frá bókum, sum eru góðar til ungdóm at lesa, og TorleifJohannesen, sjómanstrúboðari, fer at greiða frá hendingum á sjónum, sum ikkifyrr eru givnar út.

 

Eisini fáa øll møguleika at royna, hvussu væl tey duga atgita, tí eitt jólatræ er gjørt av bókum, og har kunnu øll vera við. Tann, sumrakar tættast við, vinnur ein bókapakka.

 

Stutt sagt er hetta eitt serligt og spennandi tiltak, sumLeguhúsið í Nesvík skipar fyri, og hava allir føroyingar høvi at koma ein túrat síggja Leguhúsið hesar dagar.

 

 

Skrá fyri jóladagarnar í Nesvík 5. til 7. desember2013

 

Hósdagin 5. desember

Kl. 17.30             Musikkskúlin í Sundalagnum luttekur við spæli

Kl.19.00            Bókaframløgavið Ragnhardi Petersen, ungdómsráðgeva og KFS-skrivara. Ragnhard fer at viðgerabøkur, sum eru góðar til ungdóm at lesa.

 

Fríggjadagin 6. desember

Kl.19.00              Kórið í Glyvra Missiónshúsi fer at syngja og spæla

 

Leygardagin 7. desember

Kl.15.00              Torleif Johannesen fer at siga frá hendingum í sjólívinum. Torleif skrivaði bókí    fjør um sama evni, men hann fer at siga frá hendingum, sum ikkieru komnar í     bók.

 

Café og listaframsýningin verður opin allar dagarnar, meðanjóladagarnir verða. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder