JN

John í Skemmuni 60 ár - valdi Zarepta fram um lærarastarvið

...

2014-04-05 18:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagurin 29. mars var ein stórur dagur í Zarepta, tá John í Skemmuni feiraði sín seksti ára dag.


John hevur verið í leiðsluni í Zarepta í eina fjórings øld. Hann kom í leiðsluna í 1988, sum hann hevur havt m.a. saman við Poul Færø og Kirstin Samuelsen úr Fuglafirði, sum er tann persónur, ið John hevur arbeitt longst saman við í Zarepta, ???og tað hevur verið eitt gott og langt samarbeiði!??? sigur John.

Hans Djurhuus, sum var komin úr Hirtshals at heilsa upp á ungdómsvinin, leiddi føðingardagin bæði væl og skemtiliga; og kona hansara, Anna, gav eitt gott íkast við síni vøkru songrødd.

Væl av fólki var komið at heilsa upp á føðingardagsbarnið, og sonurin Pætur var komin, uttan at pápin vitsti av nøkrum, allan vegin úr USA. Suðuroyarlegan var samstundis, so John fekk upplivað, at nógvir av hansara oyggjarfeløgum høvdu eitt upplagt høvið at heilsa upp á hann.

Tað var borðreitt í matarhøllini við alskins sjálvtøkuborði. Talur vóru nógvar. Poul Færø var fyrsti talari, og hann takkaði John fyri gott og gleðiligt samstarv ígjøgnum mong ár, m.a. í Zarepta.

Síðani varð farið upp í salin. Har var felagssangur, og eisini sang dupultkvartettin í Ebenezer.

Lars Djurhuus úr Porkeri, ein av vinmonnum hansara, hevði samrøðu við John um hansara lív, samstundis sum søguligar myndir úr Porkeri vórðu vístar á skýggja.

John er føddur 29. mars 1954 í Porkeri, har hann vaks upp í einum góðum og tryggum heimi hjá foreldrunum Sigrid og Dánjal Poulsen. Pápin doyði fyri 16 árum síðani. Mamman er í dag 87 ára gomul, og hon býr enn í Skemmuni í Porkeri. John er næstelstur í einum systkinaflokki upp á seks, har tvey av systkjunum doyðu í barnaárum. Jonna býr í Havn, Áki býr í Fredericia og ynskta systurin Lív, býr í Senegal, har hon er trúboðari.

Upprunaliga familjunavnið er Poulsen, sum mamman og onnur systurin, Lív eitur; men John og yngri bróðurin Áki, valdu at taka sær familjunavnið "í Skemmuni," sum er tað staðarnavnið, sum barndómsheim teirra hevur havt alt tað familjan minnist.

SORGIN RAKAR SKEMMUNA:

John greiddi frá sorgini, sum rakti heim hansara, tá hann sum 9 ára gamal í 1963 misti tveir yngri beiggjar við bert eini viku ímillum. Annar doyði av sjúku og hin varð yvirkoyrdur bert eina viku aftaná. Eyðun var tann yngri, sum doyði av sjúku, meðan Petur var tann eldri, sum varð yvirkoyrdur. John sigur, at tað hevur havt stóra andaliga ávirkan á hann, at uppliva hvussu omman og foreldrini funnu frið og hvílu í lyftum Guds undir hesum ræðuligu umstøðum.

Sama árið, og oman á alla sorgina, kom eldur í barndómsheim hansara í Skemmuni, sum eisini var ein hørð roynd at fara ígjøgnum hjá familjuni.

BARNASK??LIN:

John gekk í barnaskúlan í Porkeri, har hann m.a. hevði Danbjørg og Hilmar Bech sum lærarar. John sigur, at hann hevur nógv góð og kær minnir frá skúlanum í Porkeri, ikki minst frá morgunsanginum: ???Hvørja ferð eg hoyri somu sangir í dag, so renna í huga barnaárini í skúlanum í Porkeri!??? sigur John.

VIÐ ÁIR:

John var við til fyrstu barnaleguna við Áir í 1965; tá var hann 11 ára gamal. John sigur, at ferðin úr Suðuroy til Áir fyri 50 árum síðani, var fyri honum sum at fara til Afrika.

Tað var á hesari leguni, at hann kendi eitt kall til frelsu. Hann upplivdi, at aðrir smádreingir vórðu frelstir, og tí hugsaði hann, at hann eisini mátti verða frelstur. Hann kom at tosa við Robert á Lakjuni, sum leiddi hann til frelsu.

L??RARASK??LIN:

Í 1971 var John liðugur við realskúlan, og hann fór til skips við Føroya fyrsta stálskipi, Porkeningi, í januar 1972, sum hann eisini hevði verið við í einari summarferiu tvey ár framman undan. Í august í 1972 fer hann á læraraskúla. Millum klassafelagar hansara í læraraskúlanum vóru næmingar, sum seinni gjørdust kendir føroyingar, sum t.d. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður og Jóannes Ejdesgaard, fyrrverandi løgmaður. John sigur: ???At árini á Føroya Læraraskúla vóru bæði góð og mennandi fyri meg!??? Hann fekk læraraprógv í 1977.

BÍBLIUSKLIN:

John greiðir frá, at meðan hann gekk á læraraskúla, hevði hann eina kenslu av, at hann fór ikki at arbeiða sum lærari beinanvegin. Hann hugsaði nógv um at fara til Onglands á bíbliuskúla.

John fekk læraraprógv á sumri í 1977, sum hann byrjaði á bíbliuskúla í Suður Onglandi á heystinum sama ár. Men beint eftir, at hann hevði fingið læraraprógvið, fór hann við rækjutrolaranum Karinu, sum Dánjal Jóhan Godtfred úr Vági førdi, til tess at kunna gjalda fyri bíbliuskúlan. Skúlin eitur Moorlands Bible College (MBC). Har hava fleiri føroyingar verið á bíbliuskúla ígjøgnum árini, m.a. Brynleif Hansen, sáli, Zacharias Zachariassen, Hans Sivertsen, Poul Jóhan Djurhuus og Símun Pætur á Torkilsheyggi.

Á sumri 1979 fær John prógv á Moorlands Bible College (MBC), og kemur aftur til Føroyar, og tekur við sum lærari í Vágs skúla í septembur sama ár. Hann arbeiddi sum lærari til summarið 1987, tá hann segði upp. Men um heystið sama ár gjørdist honum greitt, at Harrin kallaði hann til at arbeiða burtur av í andaligum virki. Hetta gjørdist honum greitt, tá Levi spurdi hann, um hann kundi koma at loysa hann av í Malta í Hirtshals ársskiftið sama ár.

ZAREPTA:

Í 1988, longu árið eftir, varð hann spurdur, um hann vildi taka við dagligu leiðsluni av legunum í Zarepta saman við Poul Færø. John sigur, at hetta kom heilt óvæntað á hann og konuna, ???men Harrin, sum arbeiðir og stýrir okkara tankum og kenslum, hjálpti okkum at taka avgerðina!??? Hetta gjørdist byrjanin til eitt 25 ára spennandi og ríkt tíðarskeið, sum hann og kona hansara Ruth hava havt í Zarepta, saman við nógvum góðum fólkum. ???Um eg hevði kunnað valt um aftur, so hevði eg valt á sama hátt!??? sigur John.

Seinasta ár boðaði John frá, at hann ikki longur verður ein partur av dagligu leiðsluni í Zarepta. Hetta vil tó ikki siga, at hann ikki verður at síggja í Zarepta, tí har er nógv at gera og at tríva í, og tað vilja bæði hann og konan gera í framtíðini, men nú uttan fyri leiðsluleiklutin.

ANNAÐ VIRKSEMI:

Afturat arbeiðinum í Zarepta hevur John, saman við øðrum, ferðast nógv millum brøðrasamkomurnar í Føroyum, har hann hevur lært og talað Guds orð. Hetta kemur John at gera meiri við í framtíðini, nú hann ikki longur er bundin av Zarepta.

Í 2002 stovnaði John eitt sangkór í Suðuroynni, sum kallast Suðuroyarkórið. Hesi seinastu nógvu árini hevur Suðuroyarkórið verið ein stuðul á teimum vanligu evangelisku møtunum í Suðuroynni og eisini á árligu samfelgsmøtunum bæði í Vági, Tvøroyri og í Hvalba. Kórið hevur eisini ferðast bæði í Føroyum og í Danmark.


FAMILJAN:

John og Ruth giftust í 1982. Ruth er dóttur Ásu og Róald Norðberg. Tey eru uppvaksin í hvør sínari grannabygd, hon í Vági og hann í Porkeri, so tey hava sæð nógv til hvønn annan í ungdómsárunum. Tey hava, síðani tey giftust, búð í Porkeri, har John eisini hevur jørð og seyð at hyggja til.

John og Ruth eiga fýra børn: Sigrid, ið er gift við Gimma Andreassen, og Pætur, ið er giftur við Kristinu á Váli. Tær yngru døturnar, Ása og Eva, búgva heima og ganga á studentaskúla í Havn. Barnabørnini eru Rutt Louisu, ið er 2 ár og Hanna, ið er 2 mánaðir, og tað eru Sigrid og Gimmi, sum eiga tey.

Poul Jóhan Djurhuus

[email protected]



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder