Tíðindaskriv frá Atlantic Airways týsdagur 2. juni 2015
Jóhanna á Bergi stjóri í Atlantic Airways
Nevndin í Atlantic Airways hevur sett Jóhonnu á Bergi sum stjóra í flogfelagnum. Jóhanna á Bergi, sum í løtuni er stjóri á Faroe Ship, tekur við starvinum í seinasta lagi 1. september
Jóhanna á Bergi verður nýggjur stjóri í Atlantic Airways. Hesa avgerð hevur nevndin í flogfelagnum tikið, eftir at allar 45 umsóknirnar til stjórastarvið hava verið ígjøgnum eina skipaða setanartilgongd.
Jóhanna á Bergi er 44 ára gomul, og hon hevur drúgvar royndir í leiðslu og nevndararbeiði. Seinastu níggju árini hevur hon verið stjóri á Faroe Ship. Hon hevur leiðsluútbúgving frá Robert Gordon University í Skotlandi, og harumframt er hon útbúgvin innan sølu og marknaðarføring á Danska Eksportskúlanum. Jóhanna á Bergi hevur áður verið sølustjóri hjá JFK í átta ár, og eitt skifti var hon søluleiðari hjá Fiskasøluni niðri í Fraklandi. Umframt leiðarastørv hevur hon í nógv ár havt ymiskar nevndarsessir.
-Vit hava í Jóhonnu á Bergi funnið rætta stjóran at halda fram á settu kósini hjá Atlantic Airways, sum nevndin saman við Jørgen Holme og starvsfólkunum hevur tilevnað og sett í verk, síðani stjóraskiftið fyri hálvum øðrum ári síðani, tá ið Jørgen Holme var settur fyribilsstjóri. Jóhanna á Bergi hevur hollar leiðsluroyndir, og hon hevur røttu førleikarnar bæði innan sølu, leiðslu og búskap, staðfestir Niels Mortensen, nevndarformaður.
Jørgen Holme tók í november 2013 fyribils við stjórastarvinum í Atlantic Airways í einum skiftistíðarskeiði, sum í mesta lagi skuldi vara tvey ár. Hann heldur fram sum stjóri, til Jóhanna á Bergi hevur sett seg í stjórasessin í seinasta lagi 1. september.
-Eg gleði meg almikið at tæna føroyingum og føroyska samfelagnum sum stjóri í tjóðarflogfelagnum. Atlantic Airways hevur so sera týðandi leiklut í gerandisdegnum hjá okkum øllum, og eg vil gera mítt ítasta at víðarimenna flogfelagið okkum øllum at gagni, sigur Jóhanna á Bergi, komandi stjóri í Atlantic Airways.
Jóhanna á Bergi verður fjórði stjórin í Atlantic Airways, síðani flogfelagið varð stovnað 10. november 1987.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald