2017-10-10 11:00
FSF: Landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan dystinum ímóti Ungarn. Beint áðrenn venjingin endaði, fekk FSF Varpið orðið á Jóannes Jakobsen.
- Sæð yvir alla kappingina, so eru vit sjálvandi væl nøgdir. Men eg haldi vit skuldu havt 4 stig afturat teimum 9, sum vit hava vunnið, sigur Jóannes Jakobsen í samrøðu við FSF Varpið.
Týskvøldið klokkan 19:45 spælir føroyska landsliðið seinasta dystin í undankappingini til HM 2018. Tvær venjingar hava verið á skránni, síðani hópurin kom til Budapest sunnunáttina. Spælararnir eru væl fyri, og nú verður bara bíðað eftir dystinum.
??ll samrøðan við hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen kann síggjast her???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald