JN

JN.fo hevur 3-ára dag í dag

...

2016-07-13 11:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var í 2004 at Jóanis Nielsen byrjaði uppá heimasíðuna joanisnielsen.fo, men í 2013 avgjørdi hann saman við Knassum at gera eina nýggja og nútímans tíðindasíðu, og broytti navni til JN.fo. Tað var 13. juli í 2013 at JN.fo fyri fyrstuferð var opin fyri almenninginum.

Síðani JN.fo byrjaði, hava vit lagt 15791 greinar út, og tað er upp móti 15 greinum um dagin.

Talið av vitjandi økist støðugt, í farnu viku høvdu vit 92.245 síðuvísingar.

Vit fáa nógvar positivar viðmerkingar um JN.fo, tað eru vit sera glað fyri, vit fara framhaldandi at royna at gera eitt enn betri arbeiði.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder