
Miðlastuðulsnevndin er liðug at viðgera umsóknirnar um miðlastuðul fyri 2021. Niðurstøðan er, at seks føroyskir miðlar fáa part av samlaðu miðlastuðulsjáttanini á tvær milliónir krónur.
Sjey umsóknir vóru til miðlastuðul í ár, sum er ein umsøkjari færri enn í fjør. Teir seks miðlarnir, ið lúka treytirnar fyri stuðli, fáa úr 182.941,76 kr. upp í 606.478,77 kr. í stuðli í ár.
Tvær milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri 2021 til miðlastuðul, og býtið millum miðlarnar er sum víst niðanfyri við støði í fíggjarligum upplýsingum frá 2020:
Sosialurin kr. 606.478,77
Portal.fo kr. 365.616,23
Dimmalætting kr. 349.370,30
Norðlýsið kr. 269.107,19
FM1 kr. 226.485,76
VP.fo kr. 182.941,76
Miðlastuðul verður játtaður við heimild í miðlastuðulslógini. Stuðulin verður latin sum ein føst grundupphædd, áljóðandi 40% av árligu játtanini á fíggjarlógini, býtt javnt millum umsøkjararnar, sum lúka treytirnar, og harumframt verða 60% av árligu játtanini latin sum ein lutfalslig upphædd í prosentum av skjalprógvaðum lønarútreiðslum árið fyri umsóknarárið hjá viðkomandi miðli.
Samlaði miðlastuðulin kann í mesta lagi vera 40% av skjalprógvaðu lønarútreiðslunum árið fyri umsóknarárið hjá einum miðli. Í mun til í fjør eru lønirnar hjá teimum seks miðlunum, sum hava fingið stuðul játtaðan, minkaðar úr umleið 21,5 til 20,1 mió. kr.
Miðlastuðulsnevndin hevur í viðgerðini av teimum sjey umsóknunum fylgt leistinum frá seinastu fýra árunum við einari lutfalsliga breiðari tulking í mun til treytirnar, ið lógin og viðmerkingarnar til lógina seta til innihaldið í miðlunum.
Miðlastuðul 2017 til 2021 | |||||
2017 | 2018 | 2019 | 2020 | 2021 | |
Sosialurin | 824.365,00 kr. | 768.462,00 kr. | 691.727,00 kr. | 678.103,00 kr. | 606.478,00 kr. |
Dimmalætting | 294.902,00 kr. | 230.499,00 kr. | 281.348,00 kr. | 276.958,00 kr. | 349.370,00 kr. |
Norðlýsið | 193.854,00 kr. | 195.625,00 kr. | 192.873,00 kr. | 231.843,00 kr. | 269.107,00 kr. |
Portal.fo | 192.898,00 kr. | 190.338,00 kr. | 213.751,00 kr. | 237.741,00 kr. | 365.616,00 kr. |
Rás2/FM1 | 186.168,00 kr. | 199.263,00 kr. | 195.184,00 kr. | 207.911,00 kr. | 226.485,00 kr. |
Vp.fo | 152.514,00 kr. | 172.565,00 kr. | 159.560,00 kr. | 175.373,00 kr. | 182.941,00 kr. |
R7 Kringvarp | 136.138,00 kr. | 195.025,00 kr. | 185.589,00 kr. | 192.068,00 kr. | - kr. |
JN.fo | 19.160,00 kr. | 48.220,00 kr. | 79.964,00 kr. | - kr. | - kr. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald