Jesus er svarið!
??ll menniskju eru av avtoftaðu slekt Ádams. Syndin býr í slektini og vit syndað, tí vit eru syndarar. Vit eru avmarkað í hugsanum okkara og eru fortapt í okkum sjálvum.
Alnót, bóka- og skjalasøvn staðfesta sjálvsdýrkandi hugsanir okkara. Hópframleiðslan av sjálvgóðsku prógvar falnu og sera syndafullu náttúru okkara. Syndarliga støða okkara hevur einki til yvirs fyri orði Guds. Friðleysu sansir og hugsunarvirksemi okkara, eru á leitingarferð alt lívið.
Mong eru illa villeidd, og leita eftir upphavinum til skapanina og soleiðis vanvirða hesi Gud. Hátignarligu vegir Guds, eru jú langt omanfyri vegir, góðsku og niðurstøður okkara. Tí, orð Guds kunngerð menniskjum hetta, at hugsanir Hansara eru ikki hugsanir okkara og vegir okkara eru ikki vegir Hansara.
Hvussu kann eg tá toknast Gudi og verða frelstur frá vreiði Hansara og fáa frið við Gud? Harrin Jesus svarar soleiðis: ???Eg eri vegurin!??? Hvussu kann eg vita, um hetta er álítandi? Jesus svarar aftur: ???Eg eri sannleikin!??? Hvussu kann eg verða sannførdur? Jesus svarar: ???Eg eri lívið!??? Hvussu komi eg til himmals? Jesus svarar: ???Eingin kemur til faðirin uttan við mær!??? (Jóh. 14).
Góði, tak tú eina støðu! Ver góðviljaður og vraka ikki frelsu Guds. Tak ímóti JESUSI við TR??GV. Les orð Guds og bjóða Jesusi inn í dagliga lív títt.
Blíðastu heilsanir
Ragnar Ludvig
(Traktat frá 2012)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald