
Spurningur 1:
Løgmaður verður biðin upplýsa Løgtinginum:
- hvørji stig hevur politiski myndugleikin tikið, í sambandi við at ein føroyskur prestur varð afturhildin í Turkalandi og útsettur fyri sálarligan harðskap- fyri síðani at verða vístur av landinum fyri altíð.
- hvørja ávirkan hevur óvinaliga viðferðin av føroyska prestinum havt á tráanir politiska myndugleikansum, sum skjótast, at sleppa at knýta nærri samband við Turkaland og ódemokratiska stýri tess?
Viðmerkingar:
Flestu okkara fingu óivað ein stóran hvøkk, tá tað frættist, at ein føringur, ið tænastu hins hægsta, var afturhildin av turkiskum myndugleikum, avhoyrdur og sálarliga tortureraður, fyri síðani at vera sendur av landinum við boðum um ongantíð at vísa seg aftur.
Tó vita vit, at hetta er fyri lítið at rokna um samanborið verður við ta viðferð, turkiski leiðarin og sveinar hansara geva egnum íbúgvum.
Stutt er fráliðið, síðani eitt nærum samt føroyskt Løgting valdi at síggja burtur frá teimum mongu ávarðingum, sum m.a. mannarættindarfelagsskapir bóru okkum, og samtykti at knýta tættari bond við Turkaland. Ávarðingarnar um óhoyrd og ógvuslig brot á grundleggjandi mannarættindi søgdu tó frá lítlum, um samanborið verður við tey brot, ið hend eru seinni, og serliga eftir tað kvett, ið mong meta at stjórnarleiðari Turkalands sjálvur stóð aftanfyri.
Vit í Miðflokkinum ávarðaðu staðiliga móti at vísa turkiska leiðaranum álit við at biðja um nærri samband. Ávarðingarnar vóru tó til fánýtis tá.
Spurningur okkara er, um landsstýrið ikki í dag hevur eitt upplagt høvi at broyta kós og velja ferðalag saman við tjóðum, sum taka frástøðu frá hesi stjórn, sum so opinlýst kúgar sítt egna fólk- umframt at leggjast á okkara.
- Jenis av Rana
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald