2014-01-14 19:38
Í gjár landaðu tríggir trolarar til Barðið í Havn.
Partrolararnir Jaspis og Ametyst høvdu tilsamans 230.000 pund, teir royndu eystanfyri hendan túrin.
Vesturtúgva landaði 60.000 pund, makkarin hjá Vesturtúgvu - Grønanes - landaði í Klaksvík. Vesturtúgva og Grønanes byrjaðu túrin eystanfyri, so gjørdu teir eitt rend vesturum, síðan á Munkagrunnin, men endaðu aftur eystanfyri.
Jaspis og Ametyst eru komnir aftur á Fiskileið og Vesturtúgva og Grønanes hav júst nú loyst frá landi.
Les eisini: Trolarar og línuskip skulu fiska kvotuna á Flemish Cap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald