Politikkur

Jarðir: - Tað er sjokkerandi hvussu manipulerandi summi tingfólk kunnu verða

...

2021-12-16 13:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Fylgdi við í 2. viðgerð av fíggjarlógini í gjár, og sjálvandi hevði málið, sum viðvíkur einari játtan til Bóndafelagið og ??ðalsfelagið mín serliga áhuga.
Eg má siga, at tað er sjokkerandi hvussu manipulerandi summi tingfólk kunnu verða, og hvussu nógva orku man leggur í at forvreingja veruleikan.
??ll ferðavinnan og landbúnaður søknast eftir at finna eina hóskandi loysn viðv. gongd í haga.
Tá ið vit hava heitt á mynduleikarnar um at fáa eina fíggjarliga hjálp, so er hetta við tí endamáli at vit reint fyrisitingarliga, til skrivstovu, kunnu verða ein meiri aktivur partur av at loysa málið.
Viðv. appini, vit hava nevnt sum ein møguleika til fráboðanarskipan, so er hetta IKKI nøkur sporingsapp, men ein fráboðanarskipan.
Somuleiðis hava vit víst á, at við einari slíkari elektroniskari skipan verður møguligt at sleppa frá gjaldsportum vm.
Vit eru so teir einastu enn, sum eru komnir við einum ítøkiligum uppskotið til eina loysn.

Símun Gullaksen

Jarðir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder