Nú mugu íslendingar læra seg at halda Hoyvíkssáttmálan, ella má sáttmálin sigast upp!
Hava tit nakrantíð hoyrt stórvegis um trupulleikar við at fáa íslendskar vørur inn á føroyska marknaðin? Hava tit nakrantíð hoyrt stórvegis um trupulleikar við at fáa íslendskar tænastur inn á føroyska marknaðin? Ella hava tit nakrantíð hoyrt stórvegis um trupulleikar at fáa íslendska arbeiðsmegi ella kapital inn á føroyska marknaðin? Allir føroyingar kunnu óivað uttan at blunka svara noktandi upp á omanfyristandandi spurningar. Heilt nógvar íslendskar vørur koma frítt á føroyska marknaðinum, uttan at nakar setur forðingar fyri tí. Íslendskar tænastur og arbeiðsmegi eru á føroyska marknaðinum í hópatali, eisini uttan at nakar setur forðingar fyri tí. Hví? Tí vit hava eina fríhandilsavtalu, kallað Hoyvíkssáttmálin, við Ísland, og vit føroyingar virða yvirornað henda sáttmála.
Men, vendi eg spurninginum við og spyrji, um tit nakrantíð hava hoyrt um trupulleikar hjá føroyskum vørum, tænastum, arbeiðsmegi ella kapitali á Íslendska marknaðinum, er svari óivað ja,ja,ja og aftur ja! Og soleiðis virða íslendingar somu handilsavtalu við Føroyar. Í Íslandi leggja tey, politikarar og embætisfólk, ferð eftir ferð forðingar fyri m.a. møguleikanum hjá føroyskum vørum á íslendska marknaðinum. Nógv kann nevnast. M.a. mjólkaúrdráttir, meir ella minni alt kjøt, og eisini eitt nú lodna.
Aftur ein orrusta
Seinasta dømið er, um eitt føroyskt fiskiskip sum ikki slapp í íslendska havn at fremja tað, sum skip nú einaferð fara í havn at fremja; m.a. taka olju og proviant eins og at landa. Skipið slapp so til endans í havn, men bert tí at tað hevði maskinbrek, og var í eini minni neyðstøðu. Men olju, proviant og landing; nei, ongar veitingar. Hetta hóast at skipið fiskar á júst sama hátt og á sama stað og av somu kvotu, sum eini 10 íslendsk skip gera. Tey í Íslandi krógva seg í løtuni aftanfyri eina íslendska kunngerð. Men mint verður á, at tað altso eru íslendskir politikarar og íslendsk embætisfólk, sum gera íslendsku kunngerðirnar. Í mínum hugaheimi er hetta undir alt lágmark, beinleiðis í stríð við Hoyvíkssáttmálan, og nærum láturligt. Eg veit ikki, um eg skal gráta ella flenna.
Hoyvíkssáttmálin
Hoyvíkssáttmálin varð undirskrivaður hin 31. august 2005, og kom í gildi hin 1. novembur 2006. Líka síðani tá hava føroyingar barst við allar tær forðingar, sum íslendingar á henda og handa hátt hava lagt, fyri at føroyskar vørur, tænastur, arbeiðsmegi og kapitalur ikki skulu megna at fáa fótin fyri seg á íslendska marknaðinum.
Grein 1 og 3 í Hoyvíkssáttmálanum eru annars soljóðandi:
???§ 1 - ENDAMÁL
Endamálið við hesum Sáttmála er at fáa í lag eitt búskaparøki, ið fevnir um umveldini Ísland og Føroyar. Á hesum búskaparøki verður, innan innihaldsvídd Sáttmálans, bannað at gera mismun vegna tjóðskap, virkisstað ella vegna vøruuppruna.???
???§ 3 - INNIHALDSVÍDD
Er ikki annað tilskilað, er hesin Sáttmáli virkin fyri:
a) handil við vørum;
b) handil við tænastum;
c) flyting hjá persónum og uppihaldsrætt;
d) flutning av kapitali og íløgur;
e) stovnseturætt;
f) kapping, almennan einkarrætt, almennan stuðul og innkeyp hjá tí almenna;
g) samvinnu á øðrum økjum, sum ásett í Grein 7.???
Teksturin tosar væl greitt fyri seg: eitt búskaparøki, har bannað er at gera mismun.
Hvat eru vit so nú? ??? Á einum vegamóti!
Tað mugu vera mørk fyri, hvussu nógv vit í Føroyum lata okkum lumpa og verða drigin eftir hárinum á tílíkan hátt. Vit eru á einum vegamóti. Løgmaður, sum umsitur málsøkið, og føroysku umboðini í Hoyvíksnevndini mugu gera íslendingum heilt klokkugreitt, at nú mugu tey læra seg at virða og halda sínar skyldir í sáttmálanum ella má hann setast úr gildi! Vit kunnu snøgt sagt ikki loyva okkum at lata standa til longur og hoyra upp á allar undanførslurnar, sum íslendingar ferð eftir ferð koma við, um hví Hoyvíkssáttmálin ikki verður hildin.
Dómstólur ??? møguliga sum eitt alternativ
Sum ein triði møguleiki, ber møguliga til at stovnseta ein serdómstól at taka støðu um Hoyvíkssáttmálin, frá støðu til støðu, er brotin. M.a. innari marknaðurin í ES hevur ein tílíkan dómstól, nevndur EF-dómstólurin. Í øllum førum eigur ein tílíkur dómstólur tá at hava heimild til at áleggja tapandi partinum at gjalda sakarmálskostnað og at áleggja bøtur, gjarna stórar bøtur. Tá høvdu londini helst hugsað seg meira um, áðrenn tey ásettu reglur o.a. í stríð við Hoyvíkssáttmálan. Eg havi varhugan av, at mangar av umstríddu reglunum eru ásettar við vilja, hóast vælvitandi at tað fór at verða í stríð við Hoyvíkssáttmálan. Hetta kann kallast ???går-den-så-går-den politikkur???. Sum er, inniheldur Hoyvíkssáttmálin, miðskeiðis í grein 5, ávísar reglar sum skulu tryggja javna kapping í nýstovnsetta búskaparøkinum. Hesar reglur vísa til kappingareftirlitini í londunum báðum, og við undirvirðissølu verður víst til WTO og stig at taka smb. GATT 94. Hesir møguleikar eru, eftir míni sannføring, fyrst ov veikir, og síðani ov snævrir og møtumiklir.
Handilssáttmálar
Sjálvur eri eg fyri, at Føroyar hava handilssáttmálar við onnur lond ella tollsamgongur, eisini við Ísland. Eisini meti eg Ísland sum brøðratjóð. Men tað kemur altíð eitt tíðspunkt, har vit sum føroysk tjóð mugu spyrja okkum sjálvi, hvussu langt vit vilja lata onnur trýsta okkum, áðrenn vit siga, at nú er nokk. Viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum haldi eg, at tann tíðin er komin. Skulu vit áhaldandi hava Hoyvíkssáttmála við Ísland og íslendingar, má kravið, uttan undantak, verða, at tey virða endamálgreinina, grein 1, í sáttmálanum og lata vera við at diskriminera føroyskar vørur og tænastur í Íslandi.
Røtt timing
Mánadagin í komandi viku fara løgmaður, uttanlandsnevndin og útnorðurnevndin á fyriskipaða ferð til Íslands í samband við ??tnorðurráðstevnu. Fundur verður eisini helst bæði í Hoyvíksnevndini og í Hoyvíksráðnum. ???Timingin??? kundi ikki verið betur. Tað skal hervið verða mín almenna áheitan til løgmann og løgtingslimirnar í uttanlandsnevndini og í útnorðurráðnum (sum samstundis eisini er Hoyvíkstingnevndin), um at nýta høvið at taka hesi álvarsviðurskifti upp við íslendingar. Tí eitt er greitt: vit kunnu ikki bara lata standa til sum nú er!
Janus Rein
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald