Vinna

Jan Vang skipari skrivar á Facebook

...

2021-03-18 08:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eginkvota-Fiskimálaráharrin-Løgmaður??????????️

Fólkaflokkurin lovadi veljarum, at eginkvota skuldi fåast uppå plåss fyri fjardleidinar hjå línuflotanum og kom tad í samgonguskjalið. Síðsta àr bleiv ikki stundir at gera tað, bleiv okkum greitt frå, men í àr skuldi tað verða. Fiskimàlaráharrin vil brúka ein leist at bíta eftur, sum er brúktur í øðrum skipabólki, 75/25 tvs vunnin rættindi og so loyvi. Màlið hevur verið til hoyringar og er komid aftur til fiskimålarðaharran og hevur hann nú fullan rætt at lýsa kunngerðina. 

MEN nú frættist, at løgmaður er ímóti at tað verður býtt uppà handan màtan, sum er brúktur fyrr og nú skal aftur verða sama óskyl sum onnur àr við olympiskum fiskaríði. Haldi at L??GMADUR skyldar Føroya fólki, um ikki, so hvørfall okkum sum fáast vid fiskaríð à fjarleiðum vid línu, hvat hansara grundgeving er fyri at steðga hesum màli, ella um tað passar, at tað er hann sum liggur í buktini. Línuflotin efturlýsur tryggar karmar at virka undur og eru tað reidaríðir sum hava gjørt íløgur í skip fyri at kunna fiska à fjarleiðum og hava gjørt tad í nøkur àr nú. 

Leisturin sum Vestergaard ætlaði at brúka, hevði gjørt, at tad var lív laga hjå línuflotanum, sum hevur virkað nú í nøkur àr à fjardleiðum, men hetta sum nu verður aftur ella um kvotunar skullu deilast út à øll línuloyvir, ger at eingin yvurlivir. 

Haldi tad hevdi verið hóskandi at fjølmiðlanir høvdu kunna spurt Løgmann, HVÍ TAÐ SKAL VERA OLYMPISKT ella LÍKA YVUR ??LL LOYVIR, hvat grungeving hann hevur, tí baði drepur allar.
Veit man fornermar onkran vid hesum skrivið, men tad mà nú bara verða so

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder