Her hava vit eina endurtøku av finaluni frá í fjør, nú liðini møtast í semifinaluni. VB er eitt gott steypalið, men Neistin hevur roynt nógv meira enn hini liðini seinastu árini. Um tað er Neistin ella VB ið kemur í finaluna, er næstan ómuguligt at gita.
Fyrimunirnir hjá VB er at teir hava heimavøll og at Neistin skal um Suðuroyðarfjørð í kvøld, og ikki telur viljin hjá VB minst ??? tær vilja í steypafinaluna. Samstundis hava tær víst góð úrslit í teimum fyrstu dystinum í steypakappingini, ein trivaligan sigur á Stjørnuni, og ein sera óvæntaðan sigur á Kyndli. Tær hava funnið stevið nú, men ikki minst spæligleðina. VB við nógvum ungun gentum njóta at spæla hondbólt, teirra vilji kemur rættuliga til sjóndar, tá ið tær tevja ein sigur ??? tá koyrir tað bara hjá VB.
Neistin hevur royndirnar, og hevur prøva nógv meira enn hini liðini seinastu árini. Neistin hevur tó manglað fleira at teimum berandi kreftinum, tí eru tær ungu noyddar at taka yvir. Tað hava tær í seinastuni ikki fingið loyvi til, tí hava tær eldru, sum eru eftir á liðnum, gingið á odda. Tær hava fingið Maggi at hjálpt sær í málinum, so tær hava ein einanstandandi málmann. Fær verjan tamarhald á VB-álopinum, og teirra royndu spælarar trakka í karakter, so vinna tær dystin.
??rslit: Tveir tættir dystir frá startinum,tað liðið, ið dugir at brúka sína breidd fær fyrimun móti endanum av dystinum. Eg vænti at VB verður finaluliðið. Sigur Jan Ottosen at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald