Ítróttur

Jan væntar at Kyndil vinnur í kvøld

...

2014-01-21 18:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jan Ottosen hevur mett um teir báðar dystirnar í kvøld.

Nú onnur runda av CocaCola steypakappingini er í gongd, er longu tað taktiska spælði í gongd eisini.

Kyndil ??? H71 B klokkan 18:30

Her er eingin ivi um at Kyndil skal vinna dystin, H71 B kann kanska fáa ávirkan á, hvørjum H71 A skal møta í semifinaluni (tí er tað ikki gott, at tvey lið frá sama felag eru við)

Kyndil spældi javnt í teirra fysta dysti móti VÍF, tað merkir so at málmunurin kann vera sera avgerðandi fyri Kyndil og VÍF, um hvørv teirra skal vera nummar 1 og 2, ella 2 og 3. Alt annað uppá hvussu dystirnir móti StÍF enda, H71 B kann næstan bestemma um Kyndil ella VÍF skulu enda ovast í teirra bólki, við at geva tí eini liðnum stóran málmun oghinum ein lítlan málmun.

??rslit: Kyndil vinnur, spurningurin er - hvussu stórur sigurin verður.

Kyndil ??? VB klokkan 20:00

Tað fyrsta, sum eg komi at hugsa um her, er at VB kann spæla á útivølli mitt í viku í steypakappingini, men ikki í landskappingini, ella er tað tí at tað er móti einum havnaliðið? Undarligt.

Nå men til dystin, VB vann ein tryggan sigur á Stjørnini við 10 málum, og teirra krav at koma í semifinaluni er at tapa við 9 málum ella minni, ella sjálvandi bara at vinna dystin. Eingin iv ier um, at tær fara at gera alt fyri at vinna júst steypakappingina - spurningurin er bara at hvussu tær takla dystin.

Hetta er fyrsti dystur hjá Kyndil í steypakappingini, og við at vinna dystin, so hava tær vunni móti øllum teimum 3. FM-kappingarneytinum á ræð. Tær hava uppbygt eitt stórt sjálvsálit, og tær hava gott flótandi spæl, sum tær skulu koyra gjøgnum allan dystin, tað kann onkuntíð virki sum rótut spæl, men tað er ringt hjá mótstøðu liðnum. Munurin er at Kyndil hevur oftari støðuna undir kontrol - tó einki negativt um VB.

??rslit: Ein sigur til tær grønu, men hvussu nógv tær vinna er ring at spáa um, avgerandi er - hvussu nógv VB ger við dystin.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder