Nú er avgjørt, at Jan Ottosen skal til Sandavágs at verða venjari komandi kappingarár, avtalan kom uppá pláss í vikuskiftinum.
Sandavágs Ítróttarfelag hevur ikki gjørt seg galdandi í vaksnamannadeildunum tey seinastu árini, men nú er ætlanin at fáa kvinnu- og mannfólkahondbólt aftur at blomstra í Sandavági - hinvegin so eru tað nógv ung, sum leika hondbólt, og har er eitt stórt arbeiðið lagt í tey seinastu árini, so nú stendur hondbólturin hjá kvinnum og monnum fyri tørni, verður sagt frá Sandavágs Ítróttarfelag. Bæði mennirnir og kvinnurnar hjá SÍF/Sóljuni koma at leika í 1. deild komandi kappingarár.
Jan Ottosen hevur tey seinastu árini havt stóra ávirkan á føroyskan hondbólt, fyrst sum venjari hjá KÍF, eisini hevur hann í ár staðið fyri venjingini hjá Elektron-liðnum hjá VÍF, sum hava leikt seg í finaluna í Elektron-deildini.
Í løtuni er Jan Ottosen venjari hjá austraulska manslandsliðnum, hesa uppgávu kemur hann at røkja í summar. Í løtuni eru tingingar um, at 3 australiumenn, skulu leika við SÍF komandi kappingarár, eisini eru tingingar um, at 3 útlendskar kvinnur skulu koma til Sandavágs komandi kappingarár, at leika við Sóljuni.
Avtalan millum SÍF/Sóljuna og Jan Ottosen er fyribils galdandi til 1. apríl 2015, tá skal takast støða til, um Jan Ottesen framhaldandi skal venja SÍF/Sóljuna, ella um hann tá kemur at halda fram í Australia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald